Heim Tíðindi
Tíðindi
Print E-mail
Mánadagur, 23 Januar 2012 18:52

Nýtt Føroyakort í litum

 

Nýtt Føroyakort

 

Føroya Dátusavn teknar í hesum døgum eitt nýtt føroyakort. Kortið, sum er í altjóða litum og í stødd 1:100 000, verður í nýggja heimsatlasinum hjá Nám, sum hevur arbeiðsheitið "Heimurin – atlas til heim og skúla". 

Kortið, ið verður eitt millumting ímillum gamla F100 kortið hjá Kort&Matrikelstyrelsen og nýggj, modernaði verðinskort, verður væntandi klárt í februar 2012.

Alt føroyakortið og tríggjar brotmyndir úr nýggja kortinum síggjast her.

 

 
Print E-mail
Mikudagur, 28 Januar 2009 18:14

Skeiðir í MicroStation XM v.m.

 

MicroStation XM

 

Fyrst í mars 2009 skipar FDS fyri skeiðum í MicroStation XM. Tað er MicroStation serfrøðingurin, Christian Kastalag Risager, frá Orbicon í Danmark, ið kemur upp at læra frá sær. Skeiðini kosta kr. 2500,- + MVG fyri hvørt. Øll eru vælkomin at melda seg til. Fylgjandi skeið verða hildin:

Grundskeið í MicroStation XM - fyri tey ið ikki kenna væl til MicroStation
Uppstiging frá MicroStation V8 til MicroStation XM - fyri tey, ið kenna MicroStation V8, ella vilja fara meira í dýpdina
Skeið í DasGraf - Serskipan til kommunur at skráseta kloakkleiðingar við
Skeið í VandGraf - Serskipan til kommunur at skráseta vatnleiðingar við

Er tú áhugað(ur) at luttaka á einum/fleiri av hesum skeiðum, ella bara hevur nakrar spurningar, er tú vælkomin at senda teldupost til This e-mail address is being protected from spambots, you need JavaScript enabled to view it  ella ringja á tlf. 316200.

Fleiri upplýsingar um MicroStation XM eru at fáa her: http://www.bentley.com/en-US/Products/MicroStation/

 
Print E-mail
Týsdagur, 18 November 2008 18:14

Arbeiða við fáa nýggja, framkomna GIS skipan

 

GeoSpatial Server

 

FDS arbeiðir í hesum døgum við ítøkiligum ætlanum, um at fáa sær framkomnu GIS skipanina GeoSpatial Server frá Bentley. Hetta er GIS skipan, ið byggir á tøkni frá Oracle og Bentley.

Við hesi skipan verður møguligt hjá MicroStation, AutoCad og ESRI brúkarum, at knýta seg til somu tænastuna, og fáa kort upplýsingar frá henni. Hetta ber til, við tað at kortini verða goymd í Oracle Spatial dátugrunninum, í einum sokallaðum "format leysum" sniði.

Heinta faldara um Bentley GeoSpatial Server.

 
Print E-mail
Týsdagur, 11 November 2008 10:34

Beredskabsstyrelsen í Danmark leigar FDS-kortið

 

FDS-kortið

 

Beredskabsstyrelsen í Danmark hevur gjørt av, at leiga FDS-kortið frá FDS, í samband við eitt sera framkomið forrit, ið teir brúka til ymiskar lendisligar útrokningar. FDS-kortið, ið er landsdekkandi, verður sostatt brúkt, til at kenna seg aftur í tí økinum, arbeitt verður í.

 
Print E-mail
Týsdagur, 12 August 2008 13:44

Kagin væl vitjaður

 

Trýst fyri at vitja Kagan

 

Kanningar vísa, at Kagin er sera væl umtøktur. Hvønn mánað gera fleiri enn 6.000 ymiskir brúkarar ímillum 120.000 og 140.000 uppsløg í kortunum, og fleiri enn 4000 uppsløg uppá matrikulin.

 

Á teljaranum hjá Modernus liggur Kagin í løtuni á einum 19. plássi, ímillum allar Føroyskar síður, ið eru við í hesum lista.

 

Vitja Kagan her

 

 
More Articles...
«StartPrev12NextEnd»

Page 1 of 2