GIS samstarv Saman við verandi partaeigarum, bjóða vit tínum stovni, kommunu ella fyritøku vælkomna uppí framkomið GIS samstarv. Sum partur av hesum samstarvi, fær tú atgongd til dáta hjá FDS (Myndakort og FDS-kort) og hjá øðrum samstarvsfelagum (Kloakkleiðingar, Matrikulkort, Tele og Sev leiðingar, osf.). Við at savna allar dátur hjá stovnum, fyritøkum og kommunum saman í eitt savn, vilja vit leggja lunnar undir eina sera framkomna GIS skipan í Føroyum. Samstarvspartarnir hjá FDS í dag eru: FT-Net, Landsverk, Umhvørvisstovan, Elfelagið SEV, Tórshavnar Kommuna og Klaksvíkar Kommuna. |  |
|