FDS-kort (2D) Hetta er teldutøkt topografiskt kort (í vektorsniði) við dygd, sum innangarðs samsvarar mátinum 1:4.000 ella betri. Bygnaður er greiður. Lendisnýtslan verður víst við litløgdum avmarkingum, og dentur er lagdur á at endurgeva stødd og legu á serliga bygningum og vegum so neyvt, sum til ber. Kortið, ið er landsdekkandi, er serliga ætlað sum yvirlitskort og sum grundarlag fyri skrásetingum av eitt nú lendisnýtslu og bygnings- og íbúðar- viðurskiftum. Prísur: Innangarðs: kr 50/ha Uttangarðs: kr 2/ha |  |
| Myndakort (2D) Hetta eru teldutøkar loftmyndir, sum eru samansettar og umgjørdar, so tær "halda mát". Myndakortini kunnu sostatt setast saman við øðrum teldutøkum kortum, eitt nú matrikulkortinum. Fyrimunurin við hesum kortum er fyrst og fremst hann, at tey eru so løtt at lesa. Lætt er at kenna aftur og at staðfesta lutir í kortunum, og tey eru sera væl egnaði at vísa fram. Prísur: 10cm: kr 5000,-/km2 20cm: kr 2500,-/km2 50cm: kr 600,-/km2 |  |
| Hæddarkurvar (3D) Dekningur 2m 1 m. hæddarkurvar eru gjørdar í somu økjum, sum teknisku grundkortini. 2 m. hæddarkurvar eru gjørdar fyra alt landið, uttan í Sandoy og Suðuroy. 5 m. innangarðs og 10 m. uttangarðs hæddarkurvar finnast fyri alt landið. Hesar eru partur av KMS-kortinum.
Prísur: 1m kurvar: kr 55/ha 2m kurvar: kr 25/ha 5m kurvar: kr 10/ha 10m kurvar: kr 5/ha |  |
| | 3D lendi (3D) Landsfevnandi 3D lendi, gjørt við 5 og 10 metur hæddarkurvum frá KMS-kortunum sum grundarlag. Hesi lendi eru væl egnaði at brúka í alskyns 3D verkætlanum. Prísur: kr 250,-/km2 |  |
| Teknisk grundkort (3D) Hesi kort verða gjørd eftir flogmyndum og hava stóran neyvleika. Kortinnihaldið fevnir um bygningar, vegir, vøtn, áir, garðar o.m.a. Umleið 95% av hesum kortið eru neyv 3D dáta. Prísur: Bygt øki: kr 120/ha Óbygt øki: kr 55/ha |  |
| Matrikulkort (2D) Matrikulkort eru yvirlitskort, sum í smálutum vísir allar eigindómar í hvørji markatalsbygd sær. Teldutøka matrikulkortið kann verða tengt at EDV-matriklinum. Alt landið er matrikulerað. Prísur: Kr 20,-/lutin |  |
| KMS-kort (3D) KMS-kortið er einfalt strikukort, sum sýnir lendið við hæddarstrikum, áum og vøtnum og har aftur at bygningar og vegir. Kort- og Matrikelstyrelsen (DK) eigur eisini hesa kortrøð, ið er framleidd eftir loftmyndum, sum tiknar vórðu í 1982-84. Kortið fevnir um allar oyggjarnar. Prísur: Kr 31,25/km2 |  |
| Adressur (2D) Sambært adressulógini frá 6. mars 2002 skulu "allar bústaðar- og vinnueindir, hús, bygningar, grundstykki og almenn tilhaldsstøð" verða tillutað eina adressu. Prísur: Adressukort kosta einki |  |
| Staðarnøvn (2D) Á F20-kortunum ella "máliborðs- bløðunum" eru okkurt um 15.000 stadarnøvn. Hesi eru løgd í ein dátustovn, ið fæst fyri seg. Prísur: - |  |
| Dýpdarkort (3D) Landsverkfrøðingurin hevur gjørt kort við 5m ekv. dýpdarkurvum. Kortini fevna um firðir og sund í øllum landinum. Prísur: - |  |
|