Vælkomin á heimasíðuna hjá Føroya DátuSavn P/F.
Føroya DátuSavn er eitt hálvalment partafelag, hvørs endamál er at tæna sínum eigarum við viðkomandi tænastum, og eisini at framleiða og selja kort og myndakort til stovnar, kommunur, fyritøkur og privatpersónar.
Nýggjur KT Leiðari

FDS P/F hevur sett Róa Højgaard í fulltíðarstarv sum KT leiðara frá 1. apríl 2012. Rói er kendur á FDS, hann hevur starvast á FDS síðani 2001 og verið stjóri í felagnum i tíðarskeiðnum mars 2008 til juni 2009. Síðani jan. 2010 hevur Rói verið knýttur at felagnum í partíðarstarvi.
Vit ynskja Róa Højgaard vælkomnan í felagið og síggja fram til eitt menningarríkt samstarv.
Klæmint Weihe, stjóri
Nýtt Føroyakort í litum

Føroya Dátusavn teknar í hesum døgum eitt nýtt føroyakort. Kortið, sum er í altjóða litum og í stødd 1:100 000, verður í nýggja heimsatlasinum hjá Nám, sum hevur arbeiðsheitið "Heimurin – atlas til heim og skúla".
Kortið, ið verður eitt millumting ímillum gamla F100 kortið hjá Kort&Matrikelstyrelsen og nýggj, modernaði verðinskort, verður væntandi klárt í februar 2012.
Alt føroyakortið og tríggjar brotmyndir úr nýggja kortinum síggjast her.
